Listafólkabólkar

Føroysk Myndlistafólk

Myndlistafólkini í Føroyum eru millum annað samskipað í felagnum Føroysk Myndlistafólk. Eftir ávísum treytum kunnu tey gerast limir, ið eru myndlistafólk burturav, hava myndlistina sum starv.

Endamál felagsins er at virka fyri øktari samvinnu millum føroysk listafólk, at arbeiða fyri at bøta um kor teirra og korini hjá føroyskari myndlist. Felagið Føroysk Myndlistafólk hevur aðalfund í desembur mánaða.

Várframsýningin

Felagið stílar á hvørjum ári fyri Várframsýningini - hon letur vanliga upp fyrsta vikuskifti í mars. Várframsýningin, ið plagar at vera í Listaskálanum, er sonevnd dømd (sensurerað, juryerað) framsýning - tað vil siga, at ein trímanna dómsnevnd av listafólkum, ið vald verður á aðalfundi, tekur kritiska støðu til hvørt einstakt verk og hevur skyldu til at seta strong krøv til listarligt virði. Nevndarlimirnir verða valdir fyri 3 ár, og 1 nýggjur limur verður valdur á hvørjum ári. Endamálið er at hækka støðið og geva listafólki okkara stóra avbjóðing. Øll kunnu senda inn verk til dømingar - ringið, skrivið ella meylið til Listasavn Føroya (sjá omanfyri) og fáið tilmeldingarblað sent.

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00


Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg