Listafeløg

Listafelag Føroya

Mestsum øll tey ungu listafólkini av tí fyrsta ættarliðinum, ið fingu sær útbúgving á kunstakademinum í Keypmannahavn, eisini S. J-Mikines, Føroya fyrsti professionelli listamálari, vóru stødd í Keypmannahavn, tá ið Danmark í 1940 varð hersett og alt samband við Føroyar kvett.

Føroyskir studentar og aðrir útisetar í stórbýnum stovnaðu í 1941 Listafelag Føroya við tí endamáli at stuðla hesi nýggju listagrein, myndlistini. Eftir kríggið fluttu listafólkini til Føroya, somuleiðis Listafelagið, ið fekk stóran týdning fyri tað myndlistarliga umhvørvi, ið vaks fram í høvuðsstaðnum í 1950árunum.

Í 1948 setti Føroya Løgting eftir áheitan frá Listafelagnum á stovn Alment føroyskt Listasavn. Við stuðli frá mongum góðum kreftum bygdi Listafelagið framsýningarhúsið Listaskálan, ið læt upp í 1970. Í 1989 vórðu almenna føroyska listasavnið, listasavnið hjá Listafelagnum og Listaskálin samskipað í Listasavn Føroya.

Limaskapur í Listafelag Føroya

Ein og hvør kann vera limur í Listafelag Føroya, ið er stuðulsfelag hjá Listasavninum.

Limaskapur gevur fleiri fyrimunir: Tygum fáa m.a:

  • Skrivliga innbjóðing til allar framsýningarupplatingar og fráboðanir um tiltøk í Listaskálanum.
  • Fráboðanir um onnur tiltøk Listafelagsins, eitt nú listaferðir til onnur lond.
  • Ókeypis atgongd til allar framsýningar (uttan Ólavsøkuframsýningina)
  • Tilboð á hvørjum ári um serprís á steinprentum ella øðrum grafikki frá føroyskum listafólkum (vanliga 25-30% av rætta prísinum)
  • Við limaskapi tygara stuðla tygum føroyska myndlist, m.a. framsýningar, ið Listafelagið skipar fyri og virksemið hjá Listasavni Føroya.

Limaskapur fæst við at ringja, skriva ella meyla til Listafelag Føroya.

Bústaður

Listafelag Føroya
c/o Listasavn Føroya
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Faroe Islands

E. This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Aðalfundir

Aðalfundarfrágreiðing 2006 kann takast niður sum PDF format her.

Aðalfundarfrágreiðing 2005 kann takast niður sum PDF format her.

Norðoya Listafelag

Norðoya Listafelag skipar fyri framsýningum og savnar list – serliga hjá listafólkum úr Norðoyggjum. Árlig framsýning er á Norðoyastevnu, og felagið hevur eisini skipað fyri øðrum serligum framsýningum og fyrilestrum. Áhugin fyri framsýningunum er stórur. Sum dømi kann nevnast, at á Norðoyastevnu 2003 vóru fleiri enn 750 fólk til framsýningina.

Felagið hevur boðað frá, at tað hevur listaverkini, sum skulu til fyri at gera eitt listasavn í Norðoyggjum. Tað, sum manglar, eru lidnu hølini til savnið. Á heysti 2003 keypti felagið tann gamla handilsbygningin hjá Heina Lassen í Víkunum.

Í savninum hjá Listafelagnum eru serliga verk eftir listafólk úr Norðoyggjum, og í rúgvuni eru nakrar veruligar perlur. Virðið á verkunum er trupult at gera upp, men sambært felagnum liggur tað "røttu" megin eina millión krónur.

 

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00


Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg