| |
Info
»
»
»
»
»
»
»
Savnið
»
»
»
»
Feløg o.a.
»
»
|
|
|
| |
Framsýningarskrá
Framsýningar í Listasavni Føroya 2011
| Dato |
Heiti |
5. feb. 2011 - 13. mar. 2011 |
Jóna Rasmussen - Serframsýning
Jóna Rasmussen (f. 1946) er ein fjølbroytt listakvinna. Hon málar og granskar alskyns grafiska tøkni. At tað, ið Jóna Rasmussen letur úr hondum, er latið í nógvar ólíkar listabúnar, ber boð um eina listakvinnu, sum ikki hevur hug altíð at standa í sama staði, men verður nú sum fyrr drivin av forvitni og ævintýrhugi. Verkini eru mangan arbeidd sum røðir av slíkum myndum, har broytingar sipa til ringrørslur, og reikandi formar teirra menna seg alsamt. Komnir aftur til upprunan eru teir vorðnir øðrvísi. Eins og menniskjað í samfelagnum broytist gjøgnum upplivingar, samstundis sum at lívið endurtekur seg í dagar, ár, ættarlið og tíðarskeið. Tað ekspressiva í verkunum rennur saman við ein fínligan sans fyri tí einfalda og nærum minimalistiska. Myndevnini verða skorin inn á bein, samstundis sum hon varðar um tað sansaliga og ábendandi. Júst samspælið millum teir ætlandi pólarnar gevur eina huglagsmettaða uppliving. Jóna Rasmussen hevur frá fyrstantíð havt eina serstaka myndsøgn og verið eitt av listafólkunum, sum settu fyridømi í føroyskari list.
|
18. mar. 2011 - 17. apr. 2011 |
Várframsýningin 2011 Føroysk Myndlistafólk skipa fyri árligu Várframsýningini, ið nú hevur fleiri enn 20 ár á baki |
25. apr. 2011 - 13. jun. 2011 |
Edward Fuglø - Serframsýning. Edward Fuglø (f. 1965) er sjáldsama fjølbroyttur og evnaríkur innan tað visuella formmáli og hevur gingið fleiri umvegir inn í málaralistina. Leingi vóru tað tær livandi myndirnar, ið drógu til sín, t.e. pallmyndir og búnar til sjónleik og film. Fuglø er eisini viðurkendur myndprýðari og best kendur fyri frímerkini og barnabøkurnar, sum hann bæði skrivar og myndprýðir. Málningarnir eru nærskyldir við restina av listaskapi hansara. Hann málar fegin stórt og við einum realistiskum stíli í klárum, reinum litum. Fuglø sær týðilig sambond millum tey ólíka listaligu økini. "Mínar myndir eru illustratiónir", sigur Fuglø mangan, eisini í málningunum er løtan avgerandi. Fuglø sigur hetta í einum listasøguligum samanhangi og byggir á ymsar siðvenjur innan surrealismu, popplist, realismu, nýrealismu, superrealismu o.s.fr., har júst tað ítøkiliga við listaverkinum gerst umráðandi. Samstundis er hesin wauw-liðurin bara fyrsta stig í arbeiði hansara; beint undir teimum nærum ósjónligu pensilstrokunum hóma vit røturnar, sum greina seg djúpt niðan fyri løriftsflatan og leiða okkum til heilt aðrar og óvæntaðar niðurstøður enn tær, vit í fyrstani trúðu, at myndin snúði seg um. [+] Les meira |
17. jun. 2011 - 21. jul. 2011 |
Tita Vinther - Serframsýning. Tita Vinther (f. 1941) er útbúgvin vevari við ull sum mest nýtta tilfari. Hon er serstakliga dugnaligur handverkari og setir høg krøv til arbeiði sítt, bæði við atliti at tilfari, formi, litum, samanseting og tekniskari dygd. Vinther fer út um siðbundnu mørkini í veving og víðkar og mennir arbeiði síni til sjálvstøðug listaverk. Hetta er galdandi bæði í tóvirkislistini - har hon hevur havt væl eydnaðar royndir við tilfari, sum eru óvanlig í føroyskari veving: hestatagl, mannahár, kopartráður - og tað er galdandi fyri, hvussu hon megnar at broyta tvey-dimensjonell vovin verk til fleirdimensjonellar skulpturellar myndir og installatiónir. [+] Les meira |
28. jul. 2011 - 7. aug. 2011 |
Ólavsøkuframsýningin 2011 - Listafelag Føroya skipar fyri árligu Ólavsøkuframsýningini, ið hevur fleiri enn 60 ár á baki. |
12. aug. 2011 - 18. sep. 2011 |
Michael Kvium - Free Style Tales. Vatnlitir, gouache, pastell og tekning. Michael Kvium (f. 1955) er navnframur málari í Danmark og aðrastaðni, men verk hansara á pappír hava sjáldan verið sýnd fram. Listamaðurin arbeiðir frítt við verkunum og brúkar tilfarið til at veita serstaka listaliga alheimi sínum eina eyka dimensjón. Talan er bæði um nýggj og væl kend myndevni, men enn sum áður granskar hann menniskjað og innastu náttúru tess. Fleiri enn 100 nýggj verk á pappír verða sýnd fram - nakrar vatnlitarøðir (Short Stories), ein røð av stórum pastellum á 120 x 240 cm, fleiri verk við blandaðari tøkni umframt einstakar stórar tekningar. Framsýningin verður sýnd frammanundan á Kastrupgaardsamlingen, Danmark (14. apríl - 19. juni 2011), og seinni á Horst-Janssen-Museum í Oldenburg, Týsklandi (mars - apríl 2012). |
23. sep. 2011 - 6. nov. 2011 |
Per Arnoldi Per Arnoldi (f. 1941) fevnir víða, líka frá lættkenniligum grafiskum sniðum til pallsetingar og almennar listaprýðingar og víðari til litfagrar málningar, leirlist og høggmyndir. Frásøgan knýtir seg til ta modernistisku siðvenjuna, men hann leggur skemt og spei aftur at tí einfalda og stranga myndamálinum. Málningarnir hava altíð teir tríggjar grundlitirnar, reytt, blátt og gult á svarta bakgrund. |
11. nov. 2011 - 18. des. 2011 |
Jónína Guðnadóttir Leirlistakvinnan Jónína Guðnadóttir (f. 1943) arbeiðir við torgreiddum, men struktureraðum evnum, sum altíð eru áhugaverd, væl hugsað og væl frágingin á ein búnan, framsøknan hátt. Hon arbeiðir við fleiri listaligum ætlanum í senn, ið flyta seg frá einari framsýning til aðra og og fáa nýtt fokus í nýggjum samanhangi og avdúka nýggjar hugsanir og nýggjar leiðir. Jónína Guðnadóttir arbeiðir við alskyns tilfari sum leiri, aluminium, blýggi, glasi, jarni, plasti og pappíri og brúkar tey bæði til standmyndir og installatiónir. |
 
| | |