| |
Info
»
»
»
»
»
»
»
Savnið
»
»
»
»
Feløg o.a.
»
»
|
|
|
| |
Framsýningar
Føst Framsýning
Listasavn Føroya umsitur eitt savn av yngri og eldri føroyskari myndlist. Millum annað eru fleiri týðandi høvuðsverk eftir Føroya mest gitna listamann, Sámal Joensen-Mikines (1906-79), lutfalsliga nógv av framsýningarplássinum er sett av til at lýsa hansara list. Í sølunum eru mong føroysk listafólk umboðað - millum onnur Janus Kamban (1913), Ruth Smith (1913-58), Elinborg Lutzen (1919-95), Ingálvur av Reyni (1920-2005), Steffan Danielsen (1922-76), Hans Hansen (1920-1970), Frimod Joensen (1915-97) og Tummas Arge (1942-78).
Skiftandi Framsýningar
Í tíðarskeiðinum 1. februar - 1. desember er vanliga ein nýggj serframsýning at síggja hvønn mánað. Hetta kunnu vera serframsýningar hjá føroyskum listafólkum, ella útlendsk listafólk, ið sýna fram sum einstaklingar ella í bólkum. Framsýningar lata vanliga upp leygardag kl 16.00 og vara vanliga 3 vikur. Umframt verða smærri framsýningar stundum settar upp í forhøllini, eitt nú av gagnslist.
 
| | |