Tita Vinther – Serframsýning - Framsýning í Listaskálanum
Tíðarskeið: 17. juni – 21. juli 2011
Tita Vinther
Fernisering í Listaskálanum fríggjadagin 17. juni 2011 kl. 17.00
Tita Vinther (f. 1941) er útbúgvin vevkona við ull sum tilfari. Hon er ein ógvuliga dugnaligur handverkari, sum setur stór krøv til arbeiðið, bæði tá tað snýr seg um val av tilfari og skapi, nýtslu av liti, kompositión og tøkniliga dygd. Hon fer út um mørkini fyri vanligari veving og hevur víðkað og ment síni arbeiði til sermerkt listaverk. Tað er galdandi bæði fyri tekstillist við væl eydnaðum royndum við tilfari, sum hava verið óvanlig í føroyskari veving: rossatagl, menniskjahár, kopartráður, og tað er eisini galdandi fyri umskifti frá tvídimensionalari veving til fleirdimensional skulpturell verk og installatiónir. Eldru verkini hjá Titu Vinther høvdu eyðkend figurativ mynstur, men tey seinnu árini hevur hon flutt seg yvir í abstrakta minimalismu, har tilfar og virknaður koma týðiligari til sjóndar. Av røttum kann sigast, at hjá henni er minni vorðið til meira.
Listasavnið gevur út bók um Titu Vinther, skrivað av dr.art. Anne-Kari Skarðhamar.
Tað er eisini Anne-Kari Skarðhamar, ið setur framsýningina.
Listakvinnan verður til staðar á ferniseringini.
Vinaliga
Listasavn Føroya
Tita Vinther - Exhibition in The Faroe Islands Art Museum
Duration: from 17th June – 21st July 2011
Tita Vinther
Opening at the Museum on Friday 17th June 2011 at 17.00 GMT
Tita Vinther (b. 1941) is educated as a weaver with wool as her basic material. She is an excellent craftswoman who sets ambitious goals in her work as regards the choice of material as well as the shaping of her work, colours, composition and technical quality. She extends the boundaries of weaving as a craft tradition and has expanded and developed her woven tapestries into original works of art. This is true of her textile art with succesful experiments in highly unusual materials for weaving in the Faroes: horsetail, human hair, copper thread, and it is also true of her transition from two-dimensional woven tapestries to multidimensional sculptural expressions and installations.
Tita Vinther’s older works had characteristic figurative patterns but she has in later moved on to an abstract minimalism, where the material and its effects have become more visible. One can rightfully say about Tita Vinther that less has become more.
The Museum will release a monography about the artist, written by dr.art. Anne-Kari Skarðhamar.
Anne-Kari Skarðhamar will also open the exhibition.
The artist will be present at the opening.
Regards
The Faroe Islands Art Museum
 
|