The Faroe Islands National Art Museum, Faroes Faroese Version  
Site Map : Contact : Print Page  
 
Info
» Home
» Exhibitions
» Opening hours
» Guided tours
» Rent facilities
» Café & shop

The Museum
» About the Museum
» The Building
» About Exhibitions
» Literature

Assosiations etc.
» Faroe Islands Art Society
» The Faroese Society of Visual Arts

 
 

Nýggjur savnsleiðari settur á Listasavni Føroya

Stýrið fyri Listasavn Føroya hevur sett danska listfrøðingin Nils Ohrt í starvið sum leiðari fyri Listasavn Føroya komandi 5 árini.

Nils Ohrt

Nils Ohrt er 59 ára gamal, og hann er útbúgvin mag.art. í listasøgu frá Århus Universiteti. Hann hevur hollar royndir úr savnsheiminum og hevur drúgvar royndir sum leiðari seinastu 22 árini. Frá 1996 til í dag hevur hann verið stjóri á Nivaagaards Malerisamling í Nivaa í Norðursælandi. Í tíðarskeiðnum 1988-1995 var hann leiðari á Storstrøms Kunstmuseum, sum í dag eitur Fuglsang Kunstmuseum. Umframt drúgvu leiðsluroyndirnar hevur Nils Ohrt eisini í 15 ár verið formaður í stýrinum fyri ‘Danske Museers Center for Bevaring og Restaurering af Kunst’.

Nils Ohrt hevur viðkomandi royndir til tess at menna listaøkið í Føroyum og hevur neyðugan førleika at leggja framtíðarætlanir fyri Listasavn Føroya. Stýrið metir, at Nils Ohrt við síni fakligi bakgrund og drúgvu royndum hevur innlit í figgjarviðurskifti og fyrisiting og hevur fakligan og persónligan førleika at røkja starvið.

Lýsingin hevur staðið bæði í føroyskum og norðurlendskum bløðum. Tá ið freistin at søkja var úti tann 25. februar, høvdu 9 kvinnur og 7 menn søkt starvið, 7 føroyingar og 9 útlendingar.

Stýrið fyri Listasavn Føroya metir, at Nils Ohrt, umframt at hann hevur hollar leiðsluroyndir, fakliga er sera væl egnaður til starvið. Seinastu 22 árini hevur hann verið leiðari á tveimum smærri søvnum, sum á mangan hátt líkjast Listasavni Føroya, og hann hevur longu lagt áhugaverdar skitsur fyri stýrið um gongdar leiðir at menna Listasavnið í framtíðini.

Í stýrinum sita í løtuni: Martin Næs, sum formaður, Árni Winther, Jógvan Arge og Sigrun Gunnarsdótttir.

Nils Ohrt tekur við starvinum 1. mai 2011, tá ið Helgi Fossádal, sum hevur sitið í starvinum í skjótt 7 ár, leggur frá sær.

29. mars 2011
LISTASAVN FØROYA,
Martin Næs, form.


Back to previous / referring pageBack to top

 
Copyright © 1998-2012 · Listasavn Føroya & Raffar · All Rights Reserved
Listasavn Føroya · Gundadalsvegur 9 · P.O. Box 1141 · FO 110 Tórshavn · Faroe Islands T. +298 313579 F. +298 316679 E.