| |
Vilmantas Marcinkevicius - Vilmantas – Samleiki 2009
Vilmantas Marcinkevicius - Vilmantas – Identity 2009
Tíðarskeið: 8. mai 2009 til 19. juli 2009
Duration: from the 8th of May 2009 until 19th of July 2009
Vilmantas – Samleiki
Vilmantas Marcinkevicius er føddur í 1969 í Kaunas í Litavia og hevur holla útbúgving frá listaháskúlanum Vilnius Art Academy. Hann hevur sýnt fram list sína nógvastaðni kring Evropa umframt í USA og Japan. Eisini hevði hann framsýning í Norðurlandahúsinum í Havn í 1997. Í ársins stóru listakapping hjá Saatchi Gallery í London, sum er heimsins størsti netportalur innan list, gjørdist Vilmantas vinnarin millum 3500 listafólk við verkinum Madonna of the 21st century. Hann hevur eisini m.a. havt tann heiður at gera andlitsmyndir av Joachim prinsi og Alexandru greivinnu og øðrum kendum persónum. Málningur hansara Tired Man hongur í Evropa Parlamentinum. Bæði í heimlandinum og í Danmark hevur Vilmantas vunnið fleiri virðislønir fyri síni listarligu avrik. Hann hevur í fleiri ár verið fastur framsýnari í Galleri NB í Viborg og Roskilde, har eisini føroysk listafólk hava sýnt fram.
Í gallarínum í Roskilde hevði Vilmantas framsýningina “Identity” ella “Samleiki” á føroyskum. Henda framsýning við málningum og akvatintum verður at síggja í Listaskálanum 8. mai – 19. juli 2009. Hon er eitt framhald av ársins Várframsýning, sum eisini hevur samleika sum evni. Í framsýningini viðger listamaðurin samleikan, eitt evnið ið hann í fleiri ár hevur arbeitt við og granskað. Vilmantas vísir, at hann hevur stórt innlit í og fatan av menniskjans innastu tonkum, dreymum, gleði og stúran. Hann hevur í listini fingist við lívsins mongu síður og við hegni og innlivan málað tær fram á ein ítøkiligan hátt, sum hugtekur áskoðaran og fær hann at grunda um tilveru og sjálvsfatan sína. Og eins sjálvsfatan er neyðug fyri at mynda eins egna samleika. Ingeborg Bugge, sum starvast sum listfrøðingur á Listasavni Føroya, hevur skrivað katalog um framsýningina, sum Galleri NB gav út, tá ið framsýningin var har fyri nøkrum mánaðum síðan. Í kataloginum skrivar listfrøðingurin afturlítandi um kærleika og samleika í listini hjá Vilmantas undir yvirskriftini AMO, ERGO SUM – “Eg elski, og tí eri eg”.
Vinaliga
Listasavn Føroya
iuuhjnm
Vilmantas – Identity
Vilmantas Marcinkevicius is born in 1969 in Kaunas in Lithuania and is educated at the Vilnius Art Academy. His exhibitions have been traveling all around Europe and in Japan and USA. In 1997 he also had an exhibition in the Nordic House in Tórshavn, Faroe Islands. In this year’s international art contest arranged by Saatchi Gallery in London, the world’s biggest art web portal, Vilmantas became the winner ahead of 3500 other artists with the art work Madonna of the 21st century. He also has had the honour of doing portraits of members of the Danish royal family and other well known people. His painting Tired Man is located in the European Parliament. Vilmantas has received many awards in his home country and in Denmark for his artistic performances. He is a permanent guest of the Galleri NB in Viborg and Roskilde in Denmark.
In the gallery in Roskilde, Vilmantas had the exhibition “Identity”. This exhibition which includes paintings and aquatints can be seen in the Faroe Islands Art Museum from the 8th May to the 19th July 2009. It is a continuation of this years Spring Exhibition which shares the same theme. The viewer will in this exhibition be able to see how the artist analyzes identity, a theme he has for several years been studying and researching. Vilmantas shows his insightfulness and understanding of the innermost thoughts, dreams, joy and anxiety of people. He is dealing with life’s many points and carefully and artistically paints them in a direct way, captivating the viewer and making him reflect on his own excistence and self-image. And one’s self-image is essential in order to create one’s identity. Ingeborg Bugge, the Faroe Islands Art Museum’s art historian, has written a catalogue, published by Galleri NB, for the exhibition when it was held in Roskilde a couple of months ago. The art historian writes retrospectively in the catalogue about love and identity in Vilmantas’ art under the title AMO, ERGO SUM – “I love, therefore I live”. .
Regards
The Faroe Islands Art Museum
 
|