The Faroe Islands National Art Museum, Faroes Faroese Version  
Site Map : Contact : Print Page  
 
Info
» Home
» Exhibitions
» Opening hours
» Guided tours
» Rent facilities
» Café & shop

The Museum
» About the Museum
» The Building
» About Exhibitions
» Literature

Assosiations etc.
» Faroe Islands Art Society
» The Faroese Society of Visual Arts

 
 

Kári Svensson - Framsýning og bókaframløga 2009

Kári Svensson - Exhibition and book presentation in The Faroe Islands Art Museum 2009

Tíðarskeið:  6. februar 2009 til 8. mars 2009

Duration: from the 6th of February 2009 until Sunday 8th of March 2009

Kári Svensson

TÍÐINDASKRIV - Kári Svensson

Framsýning og bókaframløga í Listaskálanum

Listamaðurin Kári Svensson hevur framsýning í Listaskálanum í Gundadali fríggjadagin 6. februar 2009 kl. 17.00 í sambandi við, at Listasavn Føroya gevur út bók um hann. Savnsleiðarin á Ribe Kunstmuseum, Dagmar Warming, cand.mag. MA, hevur skrivað bókina, sum telur 120 blaðsíður við teksti á føroyskum, enskum og donskum og við eini 70 myndum. Bókin kostar kr. 250, men hon fæst útgávudagin fyri kr. 200.

Um listamannin, sum er føddur í Havn í 1954, verður m.a. sagt í bókini: “Trupult er at fáa eitt neyðugt yvirlit, tá ið tú fæst við ein so virknan nútíðarlistamann sum Kára Svensson. Eitt yvirlit í bókstavligum týdningi, har verk hansara síggjast burturfrá við óheftum eygum og perspektiverandi sinni. /.../ Listaverkini kunnu væl saktans lýsast í rættari tíðarrøð, um funnið verður fram til punktið, har ið Kári byrjar og síðan mennir seg til tann listamann, hann nú er. Men ein onnur menning ger eisini vart við seg; hon er ikki reglurøtt, men klingrut. Hon snýr seg um, at árstíðirnar fara í ring, og tað sæst týðiliga aftur í listaliga myndframburðinum – serliga tí í viðvíkur litfjølini. Og nú hevur tú brádliga fingið fatur í okkurt týdningarmikið í myndaheimi Kára Svenssonar. Tú gerst eisini varugur við, at hansara list snýr seg ikki bara um náttúruíblástur, men ofta um eina stilla tilverudimensjón. Haraftrat kemur gleðin í tí at mála”.

Dagmar Warming setir framsýningina
Listamaðurin verður til staðar á ferniseringini.

Framsýningin endar 8. mars 2009

Bókaútgávan er stuðlað av:
Tórshavnar Kommunu, Listafelagi Føroya og Mentanargrunni Landsins

Vinaliga
Listasavn Føroya

C.V. - Curriculum Vitae hjá Kári Svensson sæst her >>.



PRESS RELEASE - Kári Svensson

Exhibition and book presentation in The Faroe Islands Art Museum

The artist Kári Svensson will have an exhibition in The Faroe Islands Art Museum on Friday 6th of February 2009 at 5.00 PM when a new art book about the artist will be released. The director of Ribe Art Museum Dagmar Warming, cand.mag MA, is the author of the book which is 120 pages long including a text in Faroese, English and Danish and around 70 pictures. The book costs DKK 250 but will be sold for DKK 200 on the day of release.

Describing the artist born in 1954, the book says a.o.: “Dealing with an active working artist like Kári Svensson, it can be hard to obtain the necessary distance. Distance, literally, as in stepping back and eye putting the artist’s work into perspective with an objective eye. /.../ Sure, it’s perfectly possible to consider his work in a linear fashion, locating the point of his departure as he grew into the artist he is today. But there’s another development to discover that’s not linear but circular, involving the seasonal cycle that’s so dominantly reflected in his artistic expression and, not least, in his palette. Then you’re on to something essential in Svensson’s universe. And you also discover that his art is not only inspired by nature but frequently holds a subtle, existential dimension. On top of that is the immediate joy of painting.

Dagmar Warming will open the exhibition.
The artist will be present at the opening.

The exhibition ends on Sunday 8th of March 2009.

The book is supported by:
The Municipality of Tórshavn, The Faroese Art Society and The National Cultural Fund

Regards
The Faroe Islands Art Museum

Kári Svensson's C.V. - Curriculum Vitae can be found here >>.




Back to previous / referring pageBack to top

 
Copyright © 1998-2012 · Listasavn Føroya & Raffar · All Rights Reserved
Listasavn Føroya · Gundadalsvegur 9 · P.O. Box 1141 · FO 110 Tórshavn · Faroe Islands T. +298 313579 F. +298 316679 E.