The Faroe Islands National Art Museum, Faroes Faroese Version  
Site Map : Contact : Print Page  
 
Info
» Home
» Exhibitions
» Opening hours
» Guided tours
» Rent facilities
» Café & shop

The Museum
» About the Museum
» The Building
» About Exhibitions
» Literature

Assosiations etc.
» Faroe Islands Art Society
» The Faroese Society of Visual Arts

 
 

Kanska - Summarframsýningin 2008

MAYBE - The Summer Exhibition 2008

Tíðarskeið:  6. juni til 20. juli 2008

Duration: from the 6th June until the 20th July 2008

Leopold Museum - Museum building

Ársins summarframsýning hátíðarheldur 25 ára dag Norðurlandahúsins, og at 15 ár eru liðin, síðan Listasavn Føroya opnaði eftir útbyggingina í 1993. Heitið Kanska er sprottið av heitinum Natúrligvís frá í fjør, tá ið listafólkini fingu boð um at lýsa “náttúruna” í teirra verkum. Ársins kotuorð til listafólkini er Kanska. Náttúran hevur nógv at siga fyri gerandisdagin í Føroyum. Her hevur veðrið í størri mun vald á menniskjum enn aðrastaðni. Tí er tað lítla orðið “kanska” nærum partur av hvørjari samrøðu. Tí vit vita ongantíð heilt. Vit fáa avtalur í lag, men kortini er tað ikki víst, tað veldst um so nógv. Sum ferðafólk er skjótt at læra, at tað ikki er víst, at flogfarið lendir og fer til ásettu tíð. Kanska, kanska ikki, men tað fer óivað at ganga kortini. Tíðin fer at vísa tað. Tann lítli ótryggleikin í orðinum kanska er næstan ótolandi fyri eitt sera virkið og modernað menniskja, ið helst vil hava skil á øllum. Tí er orðið í sjálvum sær ein avbjóðing.

Listafólkini hava arbeitt ymiskt og frítt út frá heitinum. Myndlistin í Føroyum er fyri tíðina eyðkend av stórum fjølbroytni. Ein týðilig menning er í nýtsluni av ymiskum tøknum og myndframburðum, ein menning sum er íkomin, tí tað unga ættarliðið studerar, fær íblástur og arbeiðir fleiristaðni kring heimin. Men tíbetur vilja tey ungu eisini sýna fram, tá ið høvið býðst her heima. Tað er neyðugt fyri at stígur ikki skal koma í. Fyri eitt framhaldandi ríkt listalív í Føroyum er neyðugt við menning og at fáa fram nýggj listafólk og listarlig hugskot.

Í sambandi við framsýningina er katalog útgivið, sum Dagmar Warming, savnsleiðari, MA, hevur skrivað. Katalogið er einar 60 blaðsíður við teksti á føroyskum, enskum og donskum og myndum av listaverkum hjá øllum 13 listafólkunum, ið sýna fram.



This year’s Summer Exhibition celebrates the 25th anniversary of the Nordic House and marks the 15 years that have passed since the new Faroe Islands Art Museum opened. This year’s title, Maybe, is a twist on the title of last year’s exhibition, Naturally, which asked artists to comment on “nature” in their work. Nature plays a big role in daily life in the Faroes. Weather is more controlling of people’s behavior than elsewhere. In turn, this little word, “maybe,” pops up in almost every conversation. You never know. Maybe we have a date, but that can depend on so many things. Newcomers quickly learn that planes may or may not arrive and depart on time. Maybe, maybe not, though things tend to work out anyway. Time will tell. The small uncertainty inherent in the word “maybe” is almost unbearable to the hyperactive modern person who needs to have everything under control. The very word is a challenge.

The artists in the show have related to the title’s premise freely and in a variety of ways. In general, Faroese art is characterized by great diversity. A marked development in the use of different techniques and expressions has been fed by a young generation of artists studying, finding inspiration and working all across the world. Fortunately, these younger artists, too, want to be included when there is an opportunity to exhibit back home. This is important to forestall stagnation. A continued rich art scene in the Faroes takes developing and bringing in new artists and artistic expressions.

A catalogue written by Dagmar Warming, director, MA has been published in connection with the exhibition. The catalogue is 60 pages long with texts in Faroese, English and Danish and with pictures of art works by all 13 participating artists.



Norðurlandahúsið og Listasavn Føroya.
The Nordic House and The Faroe Islands Art Museum<


Back to previous / referring pageBack to top

 
Copyright © 1998-2012 · Listasavn Føroya & Raffar · All Rights Reserved
Listasavn Føroya · Gundadalsvegur 9 · P.O. Box 1141 · FO 110 Tórshavn · Faroe Islands T. +298 313579 F. +298 316679 E.